Lizzie tilnevnd til gullprís hjá P3

Føroyska songkvinnan Lizzie er við í kappingini um ársins hitt í Danmark. Útvarpsrásin P3 hevur Lizzie í uppskoti til eina gullvirðisløn P3 Gull tiltakið letur fleiri virðislønir til tey bestu í donskum tónleiki, og ein av virðislønunum verður latin til størsta hittið í Danmark í 2008.

 

Í hesum bólki er Lizzie tilnevnd við sanginum Ramt I Natten, sum var størsta hittið á Tjeklistanum hjá P3.

 

Stóra P3 Gull hátíðarhaldið verður sunnudagin 23. januar, og tað er ein dómsnevnd hjá P3, sum finnir vinnararnar.