Lizzie skorar topp karakter fyri attitudu. Fyri at vera ein tjekkað popptøs við stílreinum úttrykki. Trupulleikin er, at fløgan sjálv ikki megnar at halda tað stílreina, ið Lizzie ger. Fløgan umboðar tveir púra ymsar tónleikastílar, har ein riggar knasandi væl, ímeðan hin er kavmoðin.
Fleiri potentiel hitt
Lizzie hertók Danmark og flest allar danskar download listar uppá stutta tíð við lagnum »Ramt i Natten«. Og tað undrar meg ikki. Tað hevði heldur ikki undrað meg, um júst tað sama fer at henda við fleiri øðrum løgum av fløguni. Feitu 80ara poppløgunum »Dans Med Mig«, »Ring Mig Op«, »Bli Her«, og serliga »Hvorfor Valgte Du Mig«, ið heilt avgjørt er nógv besta lagið á fløguni.
Tað er í hesum løgum, tað absolutta potentialið hjá Lizzie liggur. Tað kemur bara slett ikki fram í restini av fløguni, ið mest sum bara stendur av alt ov nógv hoyrdum r&b poppi, ið einki hevur uppá seg. Tíverri.
Feit framleiðsla hálar upp
Tað er nú einaferð ógvuliga vanligt, at ein fløga hevur trý-fýra góð løg, meðan restin hevur lítið og einki uppá seg. Og tað er ræðuliga spell, tí hetta ger, at ein vøra, ið hevði kunnað fingið seks stjørnur, bara fær tvær, sum í hesum førinum var ætlanin.
Útgávan hjá Lizzie fekk tó eina afturat, orsakað av feitu framleiðsluni av tónleikinum. Løgini eru framleidd soleiðis, at stílur og ljóð rigga saman, (t.d hava 80ara løgini eitt rátt 80ara ljóð) og tað ger tey løgini, sum er góð frammanundan, enn betri.
Á ymsum støði
Sum so mangar frammanundan sær, er hetta ein fløga við ógvuliga blandaðum tilfari. Sumt er super feitt, meðan sumt er minni gott, og sumt enntá er heilt forferdiligt. Kann nevna balladuna »Velkommen«, ið hevði tænt útgávuni ótrúliga nógv betri, um hon ikki var við.
Men kanska er tað neyðugt at hava minni gott tilfar við eisini, til tess at framhevja tað góða tilfarið. Óansæð, so gevur tað ikki fleiri stjørnur. Og Lizzie fær tríggjar fyri hesa útgávuna.
Hoyr feitu løgini »Dans Med Mig«, »Ramt i Natten« og »Hvorfor Valgte Du Mig« á myspace.com/musicbylizzie










