Føroysku tónleikararnir Lizze og Teitur Lassen vunnu hvør sína virðisløn á Danish Music Awards í gjárkvøldið. Stóra hátíðarhaldið hjá donsku tónleikavinnuni var í gjárkvøldið, og millum tey, sum vunnu virðislønir, vóru eisini føroyskir tónleikarar.
Lizzie fekk eina DMA fyri at hava havt ársins hitt í donskum tónleiki í fjør. Tað var sangurin Ramt I Natten.
Teitur Lassen fekk eina DMA fyri at hava gjørt bestu singer/songwriter útgávu í fjør. Tað er fløgan The Singer, sum júst er givin út í Bretlandi eisini.
Eisini songkvinnan Aura, sum hevur føroysk ættarbond, vann tvær DMA virðislønir.










