Lizzie og Teitur kunnu vinna danskar virðislønir

Føroyskir tónleikarar eru í uppskoti til tvær virðislønir til Danish Music Awards, sum verður hildið í næstum. Tilnevningarnar til Danish Music Awards eru júst kunngjørdar - og føroysk nøvn eru at finna í rúgvuni.

 

Songkvinnan Lizzie átti eitt av størstu hittunum í DAnmark í fjør við sanginum Ramt I Natten, og hesin sangurin er tilnevndur í bólkinum Ársins hitt í Danmark.

 

Teitur Lassen er eisini tilnevndur til eina virðisløn. Tað er útgávan The Singer, sum er tilnevnd í bólkinum besta singer-songwriter útgáva.

 

Umframt Lizzie og Teit, eru eisini tvær songkvinnur við føroyskum ættarbondum - Aura og Annika Aakjær - í uppskoti til fleiri virðislønir.

 

Danish Music Awards verður hildið leygarkvøldið 28. februar, og tá verða vinnararnir av teimum ymisku virðislønunum kunngjørdir.