Fríggjakvøldið syngur føroyska stjørnuskotið, Lizzie, í Eclipse. Í fylginum til Føroya eru danski sangarin Alex og ein amerikanskur rappari
Okkara egna Lizzie - summi kenna hana sum Ann Elisabeth Berg - kemur nú til heimlandið at syngja millum annað hittlagið ?Ramt i Natten?, sum bæði danir og føroyingar hava tikið til sín.
Framførslan verður í Eclipse fríggjakvøldið, har kendi sangarin Alex eisini fer at syngja. Danski sangarin, sum serliga er kendur frá donskum poppstjørnusendingunum, er í uppskoti til ársins danska sangara á Zulu Awards, sum verður hesa vikuna.
Sigast kann í hesum viðfangi, at Lizzie fer at framføra á Zulu Awards.
Triðja hjólið í fylginum, sum kemur til Føroya at framføra í Eclipse fríggjakvøldið, er alt annað enn páheng. Talan er um amerikanska rapp-sangaran, Keith Murray. Hann er kanska ikki so kendur her á leiðum, men í heimlandinum sigst hann vera ein av teimum áhugaverdu nýggju nøvnunum, ið gera vart við seg í rapp-heiminum.