Nýggja stjørnuskotið á danska tónleikapallinum, Lizzie, ið bæði hevur føroyskar og íslendskar røtur, fær bert tvær út av seks stjørnum frá donsku tónleikasíðuni gaffa.dk. Thomas Borre, ið hevur ummælt nýggju fløguna hjá Lizzie ?Ramt i natten?, samanber Lizzie við Anna David og One Two og heldur hana tískil verða framleidda eftir ?alle klichékunstens regler?.
Tað ummælarin fýlist mest á eru tekstirnir, og hvussu sangirnir eru skrivaðir, men hann hevur heldur ikki nógv rós at bera røddini á Lizzie, ið, eftir hansara tykki, ikki er ein rødd, ið tú verður serliga ovfarin av.
Hittið ?Ramt i natten? hevur tó ligið leingi sum nummar eitt á iTunes og hevur verið nógv spældur bæði í Danmark og í Føroyum, og fríggjadagin 29. februar fer Lizzie at framføra í Eclipse.