Lizzie er ikki til at vika

Fimtu vikuna á rað er Lizzie ovast á danska Tjeklistanum við sanginum Ramt I Natten. Nú eru The Dreams eisini í uppskoti til listan Eingin tekur Lizzie á Tjeklistanum hjá Danmarks Radio. Tað er útvarpsstøðin P3, sum sendir hitlistan, og seinastu vikurnar hevur føroyska songkvinnan Lizzie ligið ovast við sanginum Ramt I Natten.

 

Í dag var listurin dagførdur aftur, og enn einaferð var Lizzie ovast.

 

Nú eru The Dreams eisini í uppskoti til listan við sanginum La? Mig Være, sum annars liggur ovast á einum øðrum hitlista ? Boogie-listanum.

 

Tað ber til at atkvøða fyri sangunum á Tjeklistanum umvegis heimasíðuna hjá DR.