Liz Sheridan farin

Liz Sheridan andaðist herfyri, 93 ára gomul.

 

Hon var kend sum sjónleikari í sjónvarpsrøðunum Seinfield og Alf, umframt at hon eisini var stjørna á Broadway.

 

Í røðini Seinfield spældi Sheridan mamma Seinfield, ið vardi hann mest sum ov nógv.

 

Í Alf var hon forvitna grannakonan mrs. Ochmonek.

 

Hon byrjaði sína yrkisleið sum dansari á Broadway í  fimmtiárunum.

 

Hon skrivaði eisini bókina Dizzy og Jimmy, har hon lýsir samband sítt við sjónleikaran James Dean.