Lívsverk á føroyskum

Tann fantastiski bussurin eftir Jakob Martin Strid kemur á føroyskum 10. september

Bókadeild Føroya Lærarfelags boðar frá, at Tann fantastiski bussurin er ein risastór søga til børn og vaksin í øllum aldri. Bókin snýr seg um megina í hugflogi, skapanarevnum og listini. Ein bussur og eitt verk, sum hevur verið ávegis í 15 ár. Bókin er tilnevnd til Barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2024.

 

Í barakkbýnum Ahnstarr City ræður mótloysi. Hús verða rivin niður eitt fyri og annað eftir, og lítli Timo er vorðin so sjúkur, at støðan skjótt er vónleys. Men ein gomul søgn er um landið Balanka, har serligar lekjandi safran-liljur vaksa. Kanska kunnu tær bjarga Timo.

 

Við kettuni Sprota á odda gera djórini av at byggja ein risastóran buss og fara til Balanka. Hetta verður ein garrvillur busstúrur tvørtur um ótrúlig landsløg, yvir norðpólin, út í stratosferuna og víðari til fantastisk lond í royndini at bjarga lítla Timo, sær sjálvum og restini av heiminum.

 

 

 

Um Jakob Martin Strid

 

Jakob Martin Strid, f. 1972, er danskur sjálvlærdur rithøvundur, teknisøguteknari og myndprýðari.

 

Hann hevur útgivið fleiri ikoniskar bøkur til børn m.a. Ótrúliga søgan um risastóru peruna og bøkurnar um bláa fílin Mimbo Jimbo og eisini um Lítla Frosk. Jakob Martin Strid hevur millum ár og dag fingið óteljandi virðislønir – m.a. Dan Turéll Prisen, Børnebibliotekarernes Kulturpris, Orla-prisen, Kulturministeriets Illustratorpris og Kronprinsparrets Kulturpris.

 

 

 

Jakob Martin Strid hevur skrivað og myndprýtt bókina, og Niels Jákup Thomsen hevur týtt til føroyskt. Bókin er innbundin, 204 bls. og til børn frá uml. 3 ár.