Lívstryggingarfeløg fara sjálvboðin at kunna brúkarar

Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðið gjørt eina sínámillum avtalu um betri kunning til tann einstaka kundan um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing

 

Tað skrivar Tryggingareftirlitið í tíðindaskrivi í dag.

Talan er um tey fýra feløgini:

•    •  P/F Tryggingarfelagið Lív 

•    •  P/F Betri Pensjón 

•    •  Eftirlønargrunnur Løntakaranna (Lívsverk) 

•    •  P/F NordikLiv Lívstryggingarfelag 

Sum hava gjørt avtalu um, at einaferð um árið skal felagið á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka eftirlønarkundan um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing. Feløgini hava sambært avtaluni bundið seg til at brúka sama uppgerðarhátt, og grannskoðararnir skulu tryggja, at feløgini halda avtaluna. 

Avtalan kemur í gildi soleiðis, at í seinasta lagi 1. september 2024 skal einstaki eftirlønarkundin fáa upplýst, hvussu nógv hann í 2023 hevur goldið í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing. 

Avtalan fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum. 

Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda “Omkostningshenstilling” frá áhugafelagnum Forsikring & Pension, F&P. 

Endamálið við skipanini er, at tað skal vera greitt, hvørjar kostnaðir kundin rindar fyri at hava sína eftirlønarskipan. Síðani 2010 hava øll donsk feløg, á ein skipaðan hátt, roknað og upplýst sínar eftirlønarkundar um ÁKK (árliga kostnaðin í krónum) og ÁKP (árliga kostnaðin í prosentum). 

Nevndirnar og stjórnirnar í føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum hava verið samd um, at feløgini skulu miða eftir, at einstaki eftirlønarkundin fær eina kunning um kostnaðir, sum er á sama støði sum donsk feløg geva sínum eftirlønarkundum. Feløgini hava tí í samstarvi við Tryggingareftirlitið síðani 2018 arbeitt við at seta í verk eina samsvarandi skipan fyri føroysku eftirlønarkundarnar. 

Í hesi tilgongdini hava feløgini í samstarvi við Tryggingareftirlitið: 

•    •  Hildið kunningar- og byrjanarfund (temadag) við F&P í 2020. 

•    •  Gjørt royndarfráboðanir fyri 2020, 2021 og 2022 við støði í “Omkostningshenstillingen” hjá F&P (seinast LP-information 3/23), við neyðugum tillagingum til føroysk viðurskifti.

• Hildið fleiri felags eftirmetingarfundir, seinast tann 15. september 2023, har tann endaliga avtalan varð staðfest. 

Í allari tilgongdini hava partarnir verið konstruktivir og samstarvssinnaðir, og Tryggingareftirlitið og feløgini eru sera fegin um, at tað nú hevur eydnast feløgunum at gera eina sjálvbodna sínámillum avtalu um ÁKK/ÁKP til gagns fyri einstaka eftirlønarkundan. 

Til ber at lesa avtaluna á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum: www.tryggingareftirlitid.fo Tryggingarfelagið Lív, Betri Pensjón, Lívsverk, NordikLív, skrivar Tryggingareftirlitið í tíðindaskrivi í morgun.