Lívshættisligur leki í Klaksvík - hava tamarhald á støðuni

Ein maður er fluttur á Landssjúkrahúsið, og alt fólkið er flutt av Kósavirkinum

Beint eftir klokkan eitt í dag fekk løgreglan boð um at ein trukkur hevði rent á ein vegg í frystigoymsluni, og at var ein ramur roykur av ammoniakki. Ammoniakk er lívshættislig, so sløkkilið og sjúkrabilur vórðu send á staðið.

 

Løgreglan sigur, at eitt av arbeiðsfólkunum gjørdi skjótt av og fór í masku og fekk trukkføraran úr trukkinum. Tá ið slækkiliðið kom á staðið, varð staðfest, at hol varð komið á eitt rør við ammoniakki og at tað rann úr tú. Lekin varð tættur rættiliga skjótt og nú eru tey so í ferð við at reinsa aftur. Tað verður gjørt við at spula vatn á – og tað tekur einar tríggjar tímar til tað er tynt so mikið nógv, at tað aftur er vandaleyst.

 

Løgreglan sigur, at tað eru tey í ferð við nú. Trukkførarin varð førdur á Landssjúkrahúsið, tey vita ikki, hvussu hann hevur tað, men ammoniakk er sera vandamikið fyri andaleiðirnar, so støðan verður tikin í størsta álvara.

 

Tey siga, at beinanvegin alarmurin ljóðaði, varð alt fólk flutt burtur av Kósavirkinum. Tað hava tey fastar mannagongdir fyri, og eftir tí, løgreglan hevur frætt, riggaðu tær til fulnar, so tað gekk skjótt at fáa alt fólkið av virkinum.

 

Ættin lá beint inn yvir Klaksvík, so tey gjørdu eisini klárt til at fáa fólkið í grannalagnum burtur, men tað var gjørdust kortini ikki neyðugt, tí tey fingu so skjótt tamarhald á støðuni. Nú verður so alt reinsað aftur, men alt økið rundan um Kósavirkið er avbyrgt, sigur løgreglan.