Lívshættisligt kostískoyti

- So skjótt vit vórðu kunnað um vandan, tóku vit lýsingina fyri vøruni burtur, sigur føroyskur eigari av heimasíðu, sum lýsti fyri kostískoyti, sum kann elva til livrabruna

Danska matvørustýrið ávarar danir ímóti at brúka kostískoytið, Versa-1.

 

Kostískoyti er sett í samband fleiri tilburðir av livrabruna – akut hepatitis – og í einum føri er talan um deyðsfall, upplýsir danka matvørustýrið.

 

Talan er í øllum førum um tilburðir, sum eru skrásettir í USA, og tað eru amerikonsku myndugleikarnir, sum hava varskógvað myndugleikar í ES.

 

Kostískoytið verður serliga nýtt av bodybuilarum, og tað verður selt umvegis fleiri danskar heimasíður.

 

Ein av síðunum, sum hevur lýst fyri vøruni, er proteinkongen.dk, sum føroyski Hendrik Rubeksen eigur. Men hann leggur dent á, at hann ongan tíð hevur selt vøruna.

 

- Tað er rætt, at vit hava havt lýsingar fyri vøruni á okkara síðu. Umvegis føroyskar myndugleikar hevur danska matvørustýrið gjørt okkum varug við ávaringina, sum er send um vøruna, og vit tóku alt fyri eitt lýsingina av síðuni, sigur Hendrik Rubeksen við in.fo.

 

Donsku matvørumyndugleikarnir heita annars á fólk um at vera varin, tá kostískoyti verða keypt á netinum. Víst verður til síðuna, altomkost.dk, har tú sært yvirlit yvir skrásett kostískoyti, sum eru umfatað av stakroyndum hjá danska matvørueftirlitinum.