Í síðstu viku bleiv Tzipi Livni vald til formann í ísraelska stjórnarflokkinum Kadima, og alt bendir tí á, at hon skal taka við sum forsætisráðharri, tá Ehud Olmert fer frá fyrst í næsta mánað.
Tað er alment kent, at Tzipi Livni var agentur í ísraelsku fregnartænastuni Mossad, tá hon var yngri, og nú eru fjølmiðlarnir farnir at róta í hennara fortíð. Millum annað er komið fram, at hon arbeiddi á Mossad-deildini í París í áttatiárunum, og at hon var við, tá Mossad drap ein irakskan kjarnorkuvísindamann í franska høvuðsstaðnum í1983 við at geva honum eitur. Um hetta mundið arbeiddi stýrið hjá Saddam Hussein við at útvega sær kjarnorkuvápn, og Mossad hevði fingið til uppgávu at forða tí.
Tzipi Livni hevur sýtt fyri at gera nakra viðmerking til tað, sum er komið fram um hennara tíð í Mossad. Ein fyrrverandi leiðari í fregnartænastuni, Ephraim Halevy, sigur við bretska blaðið Times, at at Tzipi Livni var við í einari servandari deild hjá Mossad, men hann vil ikki siga, hvørjum uppgávum deildin tók sær av.