Ísraelski uttanríkisráðharrin, Tzipi Livni, vann í nátt atkvøðugreiðsluna um formanssessin í stjórnarflokkinum og verður tí helst næsti forsætisráðharrin í Ísrael Tað var væntandi, at Tzipi Livni fór at vinna formansvalið í Kadima-flokkinum, men sigurin gjørdist munandi teprari enn væntað.
Tá uppteljingin var liðug, hevði Tzipi Livni fingið 431 atkvøður fleiri enn flutningsmálaráðharrin Shaul Mofaz.
Tað ljóðaði í nátt, at viðhaldsfólk hjá Mofaz høvdu kravt umteljing, og at gitingar vóru um valsvik. Men í morgun frættist, at Shaul Mofaz hevði ringt til Tzipi Livni og ynskt henni tillukku við formanssessinum í Kadima.