Lívligir sviar á G!

Svenski bólkurin Räfven stendur altíð fyri einari lívligari framførslu, soleiðis verður ivaleyst eisini á ársins G!

 

Svenski bólkurin Räfven stendur altíð fyri einari lívligari framførslu, soleiðis verður ivaleyst eisini á ársins G!

G! lýsir bólkin soleiðis: Rátt tango, surrandi klezmer, fínstemmaður svenskur fólkatónleikur, franskur valsur og eystureuropeiskir sirkustúrar. Teir átta løgnu punk sniglarnir gerast á pallinum til eina einstaka organismu, ið fær fólk at flákra í ørviti.


Ein heldur sermerkt lýsing, men tað kemst ikki uttan um, at bólkurin er kendur í heimlandinum,  sum ein tann villasti og kanska besti livebólkur í landinum.


Seinastu árini hevur Räfven fingið hópin av fjepparum uttan fyri Svøríki. Ikki minst takkað verið væl fagnaðum framførslum á enska Glastonburry og Japanska Fuji Rock, har Räfven spældi 8 konsterir og var kosin besti bólkur at vera.


Eingin pallur er ov lítil og eingin ov stórur fyri hendan bólkin, ið byrjaði at spæla á gøtunum í Gøteborg. Räfven missur ongantíð sambandið við áhoyraran, men sendur út slíka gleði og orku, at eingin verður órørdur.


21. apríl í ár gav bólkurin sína nýggjastu fløgu, Grannar út, og í summar verður høvið at hoyra bólkin á G!