Lívligir rapparar á summarfestival í Klaksvík

Fyri fyrstu ferð fær festivalurin í Klaksvík vitjan av rappbólkinum úr Havn

Ein av bólkunum, sum fer at framføra á summarfestivalinum í Klaksvík beint eftir ólavsøku, verður kendi rappbólkurin úr Havn, MC Hár.

Tað fortelja tey, sum fyrireika summarfestivalin, í morgun.

 

MC Hár varð stovnað fyri 23 árum síðani, tá ið unglingar í høvuðsstaðnum tóku stig til bólkin, sum seinni gjørdi rættiliga vart við seg bæði á palli og við útgávum.

Hesi árini síðani hava úti við 80 tónleikarar spælt onkran leiklut í MC Hár, men árini og royndirnar hava gjørt, at tónleikurin og tekstirnir eru meira gjøgnumførdir.

 

Men enn sum áður, eru MC Hár ein áður lívligur og provokerandi rapprockur.
Teir, sum manna MC Hár nú á døgum, eru Tróndur Bogason, Niels Uni Dam, Rani Hammershaimb Christiansen, Heri Reynheim, Jónas Bloch Danielsen, Rókur Jákupsson og Jens Virgar Jakobsen.