Henda vespan er sædd fleiri ferðir í Føroyum.
Vespan, sum á donskum eitur sabelhveps (Rhyssa persuasoria) er sædd fleiri staðni í Føroyum. Hon er ein av fimm trævespum, sum livir av viði og spønum.
Hon sæst ofta uttan fyri handlar, har eitt nú plattar standa stáplaðir, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Vespan kann gerast 40 mm long og sær ræðandi út, men hon er ikki vandamikil. Honirnar bora seg inn í við og leggja egg har, og larvurnar koma út, men tær yvirliva neyvan her.










