Hvussu hevur árið 2014 verið?
- 2014 hevur verið eitt sera gott ár.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- 14. apríl er føðingardagurin hjá Kristinu, konu míni, men tað er eisini dagurin, tá lógin um stóru tunnilssemjuna varð lýst.
Páll á Reynatúgvu sigur seg vera fegnan um, at tað eydnaðist at fáa fyribyrgt avreiðingina av tunlinum til útlendingar, og at tað eydnaðist at fáa alla politisku skipanina at semjast.
- Eg veit, at mín partur liggur ikki eftir.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Tað, sum stendur sterkast í minninum, er fermingin hjá yngru dóttrini, Idu!
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Einki. Eg veit, at lívið gevur og tekur, og tað minni góða er eisini við til at skapa okkum sum menniskju. Lívið verður neyvan nakrantíð "perfekt", men Jesus er avgjørt ein góð fyrimynd.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Øll tey, sum farin eru í familjuni, nógv á ungum árum, hava lært meg at taka lívið, sum tað er. Gleðist hvønn dag saman við konu og børnum, familju og vinum. Ynskið er lívið! sigur Páll á Reynatúgvu.