Lívið er oyðilagt

Ein verður líkasælur í eini støðu sum hesari, sigur maðurin, sum nú er dømdur fyri sera álvarsligan harðskap, sum elvdi til, at ein maður doyði

Lívið er oyðilagt, tá ið ein kemur í ein sovorðna støðu.

 

Tað vóru seinastu orðini frá manninum, sum hevur sitið í rættinum nú í eina viku, ákærdur fyri morð.

 

Les eisini: Skal seks ár í fongsul

 

Áðrenn ákærin og verjin fóru undir at greiða nevningunum frá, hvussu teir sóu málið, fekk ákærdi høvi til at koma við eini seinastu frágreiðing - ikki um sjálvt brotsverkið, men um meiri persónlig viðurskifti.

 

Umframt at hann er eldri, hava læknar eisini staðfest, at heilsan er ikki góð. Hann er bæði minnisveikur, hevur høgt blóðtrýst, ringt hjarta, og nógv kolestorol og æðrakálking.

 

Í fjør breyt hann mjødnina, so oman á alt, er hann eisini rættiliga illa gongdur og brúkar stav. Tá ið hann breyt mjødnina, mátti hann eisini gevast at arbeiða.

 

hann hevur ongantíð áður verið í hóslag við løgregluna, ella sum verjin segði: Hann er tann minst kriminielli, hann hevði møtt.

 

Hann greiddi frá, at hetta hálva árið, hann hevur sitið í varðhaldi, hevur hann onkuntíð havt pínu fyri bringuna, men hann helt, at tað kom eisini av strongd av at hann var komin soleiðis fyri.

 

Men hann hevði ikki sagt nøkrum frá, at hann hevði havt fortreð av heilsuni.

 

Hann segði, at hann hevði ikki sagt frá, tí lívið er oyðilagt kortini, tá ið ein kemur í eina støðu, sum hesa.

- Ein verður mestsum líkasælur, segði hann. Tí hevur hann einki sagt um tað, hann hevði følt á sær.