Jóhan Christiansen er borgarstjóri í Eysturkommuni, og hevur verið tað síðani hon var stovanð fyrsta januar í 2009. Hann býr í Leirvík saman við konu síni og báðum døtrum teirra. Í frítíð síni er hann nógv saman við familju síni, og eisini hevur hann stóran áhuga fyri seyðahaldi og seyðahundum. Honum dámar væl at vera úti í føroysku náttúruni.
Borgarstjórin svarar nøkrum spurningum um árið sum fór, og um útlitini fyri komandi ári.
Hvør var størsta politiska upplivingin í 2014?
Eg vil ikki taka eitt einstakt mál framum eitt annað, men eg frøðist um at býraðið hevur loyst nógv mál, borgarunum í kommununi til frama.
Hvat er størsta avrikið hjá Eysturkommuni í 2014?
Nøkur mál hava fylt nógv í 2014, millum annað eldraøkið sum Eyturkommuna saman við Fuglafjarðar kommunu hevur valt at skipa av nýggjum, soleiðis at tað verða tvey eldraøki frá fyrsta januar at rokna. Eisini er mentanarpolitikkur samtyktur fyri kommununa, og hetta hevur verið eitt stórt og væla arbeiði. Vit fara eisini undir at byggja eitt býráðshús, og hava latið okkum fortalt, at vit eru fyrsta kommuna, sum fer undir eitt slíkt verk. Verkfrøðingurin Osbjørn Jacobsen fer at standa fyri tí arbeiðinum. Síðani er tað eisini endiliga eydnast at keypt neyðugu jørð í Syðrugøtu til útstykkingar, og farast kann undir hetta í komandi ári. Eftir ætlan verður gjørligt at selja grundstykkir har í seinni helvt av nýggja árinum.
Hvør var størsta altjóða politiska hending í 2014?
Tíverri hava nógvar keðiligar politiskar hendingar verið í 2014. Dømi um hetta eru Sýri, Ukraina, IS, og so framvegis. Størsta politiska hendingin her umleiðir var tá Skotlans skuldi atkvøða um loysing. Tíverri bleiv úrslitið eitt neu, men eg vil taka hattin av fyri, at Skotland tordi at taka hetta málið upp til fólkaatkvøðu. Tað áttu vit eisini at havt dirvi til í Føroyum.
Hvør var besta persónliga uppliving í 2014?
Lívið er fult av góðum upplivingum - tú skalt bara duga at síggja tær! Soleiðis havi eg valt at síggja lívið. Tað er onki eg vil gloyma í brátt farna ári. Mótgangur og viðgogd eru við til at styrkja teg, og læra teg um lívsins viðurskiftir
Hvørji eru tíni persónligu mál fyri 2015?
Eg havi ikki sett mær nakað serstakt mál fyri 2015. Eg royni altíð at læra av tí farna, og njóta tað á ein jaligan hátt í framtíðini. Hetta geri eg bæði privat og í arbeiðinum sum borgarstóri.