LIVIBREYÐSPOLITIKKUR: Politikkur sum vinnuvegur

Herfyri legði løgmaður fram uppskot á tingi um broyting í samsýningum og eftirlønum landsstýrismanna

Bjørn á Heygum
----


Í hesum samanhangi er hann rættu­liga djarvur má sigast, og eisini í andsøgn við polit­iska etablissi­mentið, sum nokk helst ynskir hetta upp­skot har, sum pipari grør!
Hví skulu landsins odd­vitar ann­ars fara og biðja um tiltrongdar ábøtur í eini óhoyrt lukrativari skip­an, sum teir sjálvir í eitt so langt tíðarbil hava notið so nógv gott av?
Politikkur er nevniliga í stóran mun vorðin ein vinnu­vegur, - ein for­rætning, har verðsliga grádig­heitin eftir øllum at døma er sett ovast á politisku dagsskránna.
Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað er nøkur rímuligheit í, at ein landsstýrismaður aft­ur­at lønini uppá kr. 53.326,00 um mánaðin, skal fáa eina eftirløn, sum einsa­møll er nærum tað dupulta verd, svar­andi til eitt kapitali­ser­að virði av lønini upp á 148.929,00 um mán­aðin, ella eina reella ársløn upp á 1.787.156,00, útloyst eftir bert 8 árum í starvi, í mun til t. d. ein tæn­astu­mann, sum skal hava 37 ára í starvstíð fyri at náa somu sømdir, - og ikki at forgloyma skammleysu koyripengarnr upp á kr. 13.642,00 hvønn mánað fyri t. d. ein lands­stýris­mann úr Norðoyggjum, sum enntá eru skattafríir, og harvið svara til ein eykaløn upp á tað dup­ulta.
Lønin hjá løgmanni er upp­aftur meira lukrativ. Løg­maður fær samb. galdandi lønartalvu eina ársløn uppá kr. 702.322,00, sum vegna fjaldu eftirlønina hevur eitt reelt virði á kr. 2.796.395, ella svarandi eina mánaðarløn á kr. 233.032.
Umframt ógvusligu eftir­lønina og skattafríu koyri­pengarnar, so fáa lands­stýris­fólk eisini tað sum kallast borðfæ uppá kr 2.373,00 um mánaðin, meðan løgmaður fær heilar kr 7.118,00 um mánaðin til hetta endamál.
Hetta er eisini skattafríur pen­ingur, sum tað eitur: “em­bætis vegna at sýna blíðskap fyri”.
Talan er í veruleikanum um eina eyka samsýning, sum verður út­goldin uttan nakað krav um skjal­prógvan fyri hvat upphæddin verður nýtt til.
Landsstýrisfólkini hava eisini fría telefon, frían teldu­útbúnað og internetsamband, uttan at verða skattað av hesum fríu ágóðum eins og vanligi borgarin.

Dýrir fyri almenna húsarhaldið
Samanborið við vanliga lønar­lagið í landinum og tær pensiónssømdir, sum vanligi borgarin fær, so liggja okkara politikarar á allar ovastu rók.
Í álitinum um tilmæli um broyt­ingar í samsýning og eftirløn lands­stýrismanna sæst m.a., at saman­borið við lønarlagið á privata arbeiðs­marknaðinum, so liggja lands­stýrismenn á allar hægsta lønar­stiga, tá virði á eftirlønini verður tikin við.
T. d. verður nevnt, at bert 2,1% av samlaðu lønarútgjaldingunum vóru oman fyri kr. 60.000,00, ein einstakan mánað í 2011, með­an restin ella 97,9% av øllum løn­tak­arun­um í privatu vinnuni lógu niðan­fyri.
Politikararnir eru óhugnaliga dýrir fyri almenna húsarhaldið. Fyri hvørt valskeið skulu almennu kassarnir bløða fyri heilar 55,5 mio bara í eftirlønum til eitt landsstýri. Tað skulu sum vera man ikki nógv valskeið til fyri, at føroyski skattaborgarin skal rinda fleiri hundrað milliónir í eftirønum bert till fyrrverandi landsstýrismenn!

Arbeiðsmannalønin ikki kappingarfør
Anfinn Kallsberg og Jóannes Eides­gaard ganga í dag og dusa sær við eini eftirløn upp á kr. 35.112,00 um mánaðin, svarandi til kr. 421.344,00 um árið, og fleiri aðrir síggja fram til at kunna njóta sama góða lív upp á skattaborgarans rokning næstkomandi árini.
Út frá miðallivialdrinum rokn­aður til 81 ár, fáa teir sostatt hvør sær útgoldið kr. 8.848.224,00 úr landskassanum bara í pensión frá tí teir fingu pensión sum 60 ára gamlir.
Gera vit eina samanbering við ein vanligan arbeiðara, hvørs grundløn er kr. 115,64, um tíman, so hevur hesin ongan livandi møguleika fyri at forvinna sær eina inntøku, sum bara kemur í námind av hesum marglætispensionistunum, sum nú ganga og driva runt fyri almenna rokning.
Um ein arbeiðari við galdandi sáttmálaløn enntá roynir at stríðast og strevast hvønn ein einasta dag, og vit siga at effektiva arbeiðstíðin er 220 dagar í árinum á 8 tímar við eini grundløn uppá kr. 115,00 pr. tíma, so røkkur hansara løn uppá bert upp á góðar kr. 200.000,00. Skal arbeiðsmaðurin røkka somu løn um árið, sum uppilagsti politikarin upp á kr. 421.344,00, so skal hann umframt vanligu 8 tímarnar, taka yvirtíð uppá millum 5 og 6 tímar, hvønn einasta dag, bara fyri at koma upp á somu løn, sum hesir fyrrverandi løgmenn, sum nú ganga og mala fyri onki.

Løgtingslimir væl løntir
Fyri løgtingslimir eru sam­sýning­arnar ikki so grovar og fyrimunirnir ikki so eyðsýndir, sum fyri lands­stýrismenn.
Ein løgtingsmaður fær kr. 37.975,00 í løn um mánaðin. Ha­r­afturat fáa teir løgtingsmenn, sum eru búsitandi uttan fyri Havnina eitt skattafrítt kostnaðarendurgjald, sum t.d. fyri ein løgtings-mann úr Norðoyggjum er kr. 63.000,00 um árið, ella umboðar tað sama virði sum ein skattskylduga inntøka upp á tað dupulta, ella kr. 126.000,00 ella kr. 10.500,00 um mánaðin.
Løgtingslimir vinna sær eftirløn upp á 60% av lønini, ella kr. 22.785,00 um mánaðin, yvir 16 ár, ella dupult so leingi sum landsstýrismenn, men væl minni enn helvtina av tíðini hjá øllum øðrum lønarbólkum í sam­felagnum.
Virðið á eftirlønini aftan á pen­siónsaldur í mun til meðal­livi­­aldurin upp á 81 ár, verður hereftir 22.785,00 x 12 mdr. x 14 ár = kr. 3.827.880,00. Hetta eykagjald forvinna teir sær yvir 16 ár, sum svarar til at teir reelt hvønn mánað fáa ca kr. 20.000,00 afturat lønini, sum gevur eina veruliga løn uppá ca. 58.000,00 pr. mánaða.

Nýggja uppskotið
Uppskotið, sum er lagt fram snýr seg fyrst og fremst um, at normalisera hetta fullkomuliga skeiklaða lønar­­lagið hjá politikarum, sum ser­­stakliga orsaka av lukrativu pen­siónser-sømdunum, er farið heilt av sporinum.
Uppskotið tekur støði í einum álitið tilevnað av einum óvildugum bólki av serkønum fólki, sum í síni tíð var settur at endurskoða lands­stýrismannalønirnar, og ikki minst eftirlønir og alskyns skattafríar ágóðar, sum frammanundan høvdu verið fyri rættuliga nógvum at­finningum.
Lagt verður upp til, at lønin verð­ur hækkað soleiðis at lands­stýrisfólk hereftir fáa 110% av lønar­flokki 40 og løgmaður 130%, með­an øll beinini, sum i dag fylgja við starvinum verða tikin av, so sum serliga pensiónsskipanin, borð­­fæ, kostnaðarendurgjald og frí­ur bústaður.
Mælt var til at hækka løgmans- og landstýrismannalønirnar, fyri løgmann úr verandi kr. 57.815, um mánaðin ella svarandi til árliga kr. 693.778 - til at blíva kr. 75.159,25 um mánaðin ella svarandi til kr. 901.111 um árið og fyri landsstýrismenn úr verandi ávikavist kr. 49.191 um mánaðin ella svarandi til árliga kr. 590.294 til at blíva kr. 63.596,33 um mánaðin ella kr. 763.156 um árið.
Talan er sostatt um eina hækking í sjálvari lønini upp á knapt 30% hjá løgmanni og landsstýrismonnum

Fjáltur á løgtingsmonnum
Tað er onki at siga til, at eitt sindur av fjáltri er á fleiri løgtingsmonnum, nú hetta mál skal koma til umrøðu á tingi.
Tað, sum so hevur elvt til mest ørkymlan og høvuðsbryggj mill­um politikarar er, at mest sum øll beinini og fjaldu skattafríu ágóð­arnir hvørva í kjalavørrium á hesi sonevndu lønar-hækking á pappír­inum
Tað er eisini mangt sum bendir á, at fleiri hava lyndi til at skáka sær undan, og ikki brýggja seg um, at gjørdar vera nakrar broytingar til tað verra í peningarenslinum hjá landsstýris-monnum, sum jú eru teirra næstu floksfelagar, men so sanniliga eisini tí teir sjálvir kanska eisini standa fyri tørni til at fáa part av hesum almenna brellibita.
Tað má ásannast, at teir undir øllum umstøðum verða settir í eitt álvarsligt moralskt dilemma av ein­um slíkum máli.
Hetta mál snýr seg nevniliga mest av øllum um teirra trúvirði sum politikarar.
Fólk eru ikki uttan grund farin at spyrja, um hesi fólkavaldu fyri størsta partin viðkomandi í veru­leikanum bara sita har fyri egna vinning skuld, og meira ella minni eru vorðnir tað, sum verður kallað livibreyðspolitikarar burturav.
Fyri vanliga borgaran kann tað nevniliga mangan tykjast, sum at allar hugsjónir eru sleptar, og at aðalmálið einans er at sleppa sær framat almenna trognum.
Hetta ørkymlar, og ikki minst særir rættvísiskensluna hjá meiniga føroyinginum, samstundis sum tað er við til at undirgrava álitið á politisku skipanina
Men nú fáa vit at síggja, um nakar ryggur er í hesum monnum og kvinnum, og um tey hava tann moralska karakter, sum neyðugur er fyri at avtaka eina sera ódámliga skipan, sum als ikki hevur nakran stuðul í fólkinum yvirhøvur, men tvørturímóti verður mett at vera bæði etiskt og moralskt forkastilig.
Spennandi verður í øllum førum at síggja, hvussu “fólksins tænarar” fara at viðgera hetta mál.
Tórshavn tann 03.05. 2014