Livialdurin er longdur

Ein nýføddur drongur í Føroyum kann væntast at liva 75,2 ár, men ein nýfødd genta kann væntast at liva 81,4 ár

 

Væntaða miðallívsævi ella miðallivialdurin gerst alsamt hægri í Føroyum. Bæði hjá monnum og kvinnum er livialdurin 2 ár longri enn fyri 20 árum síðani. Hetta stendur at lesa í Hagtíðindum.

Fyri tjúgu árum síðani var miðallivialdurin hjá mannfólki 73,3 ár, og hjá kvinnum var hann 79,6 ár. Síðani er livialdurin spakuliga hækkaður. Ein nýfødd genta fer væntandi at liva í 81,4 ár, og livialdurin hjá einum nýføddum dreingi er 75,2.

Enn kunnu vit staðfesta, at kvinnur framvegis liva í miðal 6 ár longur enn menn.