Liverpool yvir øllum

Liverpool er einsamalt oddalið í Premier League, Hull hevur eins nógv stig og Chelsea og Tottenham hevur fingið sín fyrsta sigur. Saman við hattrickinum frá Robinho eru tað yvirskriftirnar úr Premier League hetta umfarið

FÓTBÓLTUR

 

Bara einaferð áður síðani Premier League varð stovnað í 1992, hevur Liverpool vunnið á Stamford Bridge. Hetta var í januar 2004. Tískil var sigurin á Chelsea seinnapartin í gjár ógvuliga søtur. Haraftrat var hetta eisini fyrsti útivallarsigurin hjá Benitez á einum av liðunum í »The Big Four«, sum Arsenal, Chelsea og Manchester United manna saman við Liverpool.

Eitt annað merkisvert við sigrinum var eisini, at málið, sum Xabi Alonso gjørdi tá tíggju minuttir vóru spældir, var hansara fyrsta í hálvtannað ár.

Málið frá spaniumanninum var tað einasta í dystinum. Harvið var fyrsta tapið hjá Chelsea á Stamford Bridge í 86 dystir veruleiki.

 

Einki hol hjá Hull

Dysturin millum Chelsea og Liverpool var oddabrakið í Premier League um vikuskifti. Liðið næst teimum á stigatalvuni, Hull, spældi uppflytarauppgerð ímóti Wigan. Tað var á útivølli leygardagin, og Hull vann sannførandi 0-3.

Fyrsta hálvleik sáð tað tó ikki heilt so gott út, og endaði tað málleyst. Í seinna hálvleiki gekk tað betri, og stutt eftir steðgin skoraði verjuleikarin Kamil Zayate. Seinni gjørdu Marcio Geovanni og Marlon King hvør sítt mál innanfyri fimm minuttir og so var leyst og liðugt á The Hawthorns. Við sigrinum býtir Hull annað plássið í Premier League við Chelsea – bæði liðini hava 20 stig hvør.

Mikudagin hevur Hull møguleika at fara framvið Chelsea á stigatalvuni, tá London felagið vitjar á KC Stadium. Leygardagin er enn ein stórdystur á skránni. Tá eitur mótstøðuliðið Manchester United, sum um vikuskiftið einans fekk javnleik 1-1 á útivølli móti Everton.

Darren Fletcher legði United á odda og eina løtu var líkt til, at Manchester United fór at vinna fjóðra dystin á rað. Men í seinna hálvleiki javnaði Marouane Fellaini til endaliga úrslitið 1-1.

 

Tottenham sigraði

Hevur tað gingið væl hjá Manchester United undan hesum umfarinum, so kann ikki sigast tað sama um Tottenham. Men um vikuskiftið fekk venjarin Juande Ramos sekkin, og Harry Redknapp tók við.

Roman Pavlyuchenko og Darren Bent syrgdu í felag fyri, at Tottenham vann 2-0 og harvið eisini fekk ársins fyrsta sigur í Premier League. Betri byrjan kundi Redknapp valla ynskt sær, men tað hevur hann eisini brúk fyri, tí liðið liggur framvegis aftast í Premier League – eitt stig aftanfyri Newcastle, ið hevur seks stig.

 

Robinho í heimflokki

Brasiliumaðurin Robinho hevur eisini fingið eina góða byrjan upp á tilveruna sum Premier League leikari. Um vikuskiftið var hann flúgvandi, tá hann gjørdi hattrick ímóti Stoke, har danin Thomas Sørensen verjir málið. Eftir 3-0 tapið var danski landsliðsmálverjin eisini skjótur at staðfesta, at Robinho var í heimsflokki. Brasilumaðurin, sum skifti frá Real Madrid til Manchester City undan hesum kappingarárinum, hevur nú skotið seks mál í Premier League.

Jermain Defoe hjá Portsmouth hevur eins og Robinho skotið seks mál. Amr Zaki hjá Wigan er einasti leikarin, ið hevur skotið fleiri mál enn teir báðir – hann hevur gjørt sjey mál, men kom ikki á máltalvuna hetta umfarið.