Daily Star skrivaði í gjár, at Liverpool er sinnað at taka álopsspælaran Louis Saha frá grannanum í Everton. Nógv av álopsspælinum hjá Liverpool er tengt at Fernando Torres og Steven Gerrard, men tá teir eru skaddir, er ikki sama tyngd í liðnum. Tí skrivar Saily Star, at Liverpool er sinnað at fáa Saha í hópin. Franski álopsspælarin hevur sáttmála við Everton fram til í summar, men tað var ikki gamalt, at spælarar fluttu millum feløgini í Liverpool.