Sambært bretska blaðnum, Dailu Mail, so vóna Roy Hodgson og leiðslan í Liverpool, at Aston Villa vil selja Ashley Young fyri eina upphædd, sum svarar til umleið 135 miljónir krónur í okkara peningi.
Teir nýggju amerikonsku eigarnir ætla at útvega peningin, og teir vóna, at við Ashley Young í hópinum, fer tað at eydnast Liverpool at gerast, ið hvussu er nummar fýra í Premier League, soleiðis, at liðið sleppur í Champions League bólkaspælið.
Aston Villa krevur eina stóra upphædd fyri at sleppa Young, men sambært Daily Mail, so hevur leiðslan í Liverpool góðar vónir um, at partarnir verða samdir um eina upphædd, so Young kann koma til Liverpool í januar. Ikki minst tí, at Young sjálvur vil sleppa at spæla í Liverpool.
Manchester United og Tottenham hava eisini ynskt at gera sáttmála við Young, men teir eru ikki komnir við nøkrum boði enn.
Fyri Aston Villa venjaran, Gerard Houlier verður tað ein stórur missur at spæla av við Young. Houlier hevur eitt ynski um at styrkja hópin hjá Aston Villa í januar, men hann hevur fingið boð um, at spælarar mugu seljast fyri at útvega felagnum pening.










