Bretskir miðlar skriva í dag, at Liverpool í løtuni arbeiðir við at keypa hollenska framherjan, Quincy Promes frá Spartak Moskova. Liverpool skal hava havt týskaran Julian Draxler sum fyrsta val, men hann endaði í PSG.
Liverpool skal í januar mánað verða Sadio Mané fyri uttan. Hann er úr Senegal og skal luttaka í afrikanska meistaraheitinum. Tí verður mett, at Liverpool ynskir at styrkja seg við einum spælara, sum eisini kann gera mun beinanvegin.
24 ára gamli Quincy Promes hevur hetta kappingarárið skotið seks mál í 15 dystum. Eitt annað boð er framherjin hjá Celtic, Moussa Dembele. Hinvegin er líkt til, at Lucas Leiva eftir tíggju ár í felagum takkar fyri seg. Inter Milan ynskir miðvallaran.










