Liverpool vil hava Fellaini

Liverpool sigst at hava bjóðað Manchester United leikaranum, Marouane Fellaini, sáttmála

Nú kappingarárið í teimum stóru europeisku deildunum nærkast endanum, ganga fleiri søgur um spælaraskifti. Og ein av teimum sum hevur fingið nógv uppmerksemi í seinastuni er ein søga um, at Manchester United leikarin, Marouane Fellaini, skal skifta til grannarnar í Liverpool.

 

Franska blaðið, L’Equipe skrivaði í gjár, at Liverpool venjarin, Jurgen Klopp, er áhugaður í Marouane Fellaini, og at Liverpool hevur bjóðað Manchester United leikaranum sáttmála til komandi kappingarár.

 

Sáttmálin hjá Marouane Fellaini við Manchester United gongur út í summar, og tí skal belgiski miðvallarin finna sær eitt nýtt felag eftir summarsteðgin. Tí kann vera sannlíkt at hald er í søguni, um at Liverpool er áhugað í leikaranum.

 

Áður hevur annars ljóða at Besiktas og Paris Saint Germain hava verið favorittar til at tryggja sær Marouane Fellaini, men nú sær Liverpool eisini út til at vera við í tí kappingini.