Liverpool vil hava Adam Lallana

Brendan Rodgers ynskir at fáa framrættaða miðvallaran hjá Southampton í hópin hjá Liverpool.

Sjálvt um kappingin í Premier League júst er endað, hevur tað ikki við sær, at feløgini liggja á tí latu síðuni.

Feløgini arbeiða sum harðast fyri at tryggja sær teir bestu leikararnir til komandi kappingarár.

 

Og sum skilst er Adam Lallana val nummar eitt, tá Brendan Rodgers nú skal út at leita eftir styrki til Liverpool.

 

26 ára gamli Adam Lallana hevur havt eitt gott kappingarár við Southampton, har hann er skrásettur fyri 37 dystir í Premier League og 9 mál.

 

Sum skilst hevur Liverpool bjóða £20 milliónir pund uppá framrættaða Southampton miðvallaran. Men tað ljóðar at Southampton ætlar at krevja meira fyri Adam Lallana.

 

Adam Lallana varð í gjár við í hópinum, tá Roy Hodgson setti navn á teir 23, sum skulu umboða Ongland til HM í Brasil í summar.