Við málum av Victor Moses í fyrra hálvleiki og Daniel Sturridge í seinna kom Liverpool rímiliga lætt víðari til fimta umfar.
Tað sá annars ikki út til, at talan var um lið úr Premier League og eitt úr the Championship í fyrra hálvleiki, tí Bournemouth spældi líka upp við Liverpool, meira ella minni.
Munurin kom, tá 26 minuttir vóru leiktir, tá Victor Moses á kantinum av 16-metrinum í vinstru síðu snýtti Lee Camp við nærmari stong.
Tað skuldi verið bríkslað fyri brotssparki til Bournemouth tíðliga í seinna hálvleiki, tá Martin Kelly hálaði í troyggjuna hjá Simon Francis, men hendingin fór aftur við borðinum.
Og fimm minuttir seinni, í 60. minutti, avgjørdi Daniel Sturridge dystin, tá hann var spældur fríur í høgru síðu av Luis Suarez.