Liverpool við sannførandi útgangsstøði

Og verandi Champions League meistararnir úr Real Madrid knógvaðu Paris Saint Germain í fyrru uppgerðina

Eftir ein longri vetrarsteðg er Champions League hesa vikuna aftur farið av bakkastokki. Í gjár vóru fyrstu dystirnir spældir, og í kvøld vóru aftur tvær uppgerðir á skránni.

 

FC Porto tók í Portugal móti Liverpool í tí einu uppgerðini, meðan hin uppgerðin var millum Real Madrid og Paris Saint Germain.

 

Og tað vóru Liverpool og Real Madrid, ið tryggjaðu sær tað betra útgangsstøðið til dystirnar. Liverpool vann knúsandi 5-0 sigur á útivølli móti FC Porto, og Real Madrid vann 3-1 á heimavølli móti PSG, eftir at støðan annars leingi hevði verið 1-1.

 

Hjá Real Madrid skoraði heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo, tvey mál í sigrinum í kvøld.

 

FC Porto – Liverpool 0-5

Real Madrid – Paris Saint Germain 3-1