Liverpool við metstórum tilboði

BBC vil verða við, at enska felagið Liverpool er til reiðar við einum metstórum tilboði fyri spanska landsliðsspælaran Fernando Torres, sum spældir fyri Aletico Madrid. Sambært BBC hevur Liverpool gjørt eina avtalu við spanska felagið um at keypa Torres fyri slakar 300 milliónir krónur. Viðhaldsfólk hjá Altetico Madrid hava mótmælt, at felagið ætlar at selja sín liðformann, men Liverpool hava tey góðar vónar um, at Torres fer at spæla har næsta kappingarár.