Liverpool viðhaldsfólk í øðini

Roy Hodgson er ein einsamallur maður í Liverpool. 63-ára gamli bretin tók í summar við starvinum sum venjari hjá Liverpool, men úrslitini hava verið vánalig og Liverpool er í dag á einum 12. plássi í Premier League - bara fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.

 

Liverpool spældi mikukvøldið á útivølli móti Blackburn og tapti greitt 3-1. Undir dystinum vístu Liverpool viðhaldsfólk sína ónøgd við millum annað at syngja um at fáa Kenny Dalglish aftur. Á Melwood, ið er venjingarstøðin hjá Liverpool, høvdu óð viðhaldsfólk skrivað sína hugsan á garðin kring venjingarstøðina. Har stóð stutt og greitt; ?Hodgson út.?

 

Meðan viðhaldsfólkini tykjast at vera á einum máli um, at Roy Hodgson skal frá, so hava fleiri fyrrverandi Liverpool leikarar stuðla Roy Hodgson. Millum teirra eru John Barnes, Steve McManaman og Kevin Keegan.

 

Norska Liverpool heimasíðan heldur, at tað eru fleiri tekin um, at tíðin er um at renna frá Roy Hodgson sum venjara hjá Liverpool, men at einsata orsøkin til at hann situr enn er, at eingin avloysari er funnin.

 

Enska blaðið The Sun ferð enntá so langt sum at siga, at Roy Hodgson longu hevur sagt leikarunum farvæl.

 

Liverpool skal sunnudagin spæla móti Manchester United á Old Trafford í FA Cup.