Liverpool var stóri vinnarin

At toppliðini ikki vunnu gevur Liverpool møguleika sunnudagin at lyfta seg upp á toppin

Tað eydnaðist hvørki Chelsea ella Manchester City at vinna fulla úrtøku leygardagin. Chelsea tapti púra óvæntað 1-0 á útivølli ímóti Crystal Palace, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. John Therry gjørdi sjálvmál.

Manchester City var á Emirates í London, har úrslitið ímóti Arsenal var 1-1.

 

Úrslitini hjá Manchester City og Chelsea bera við sær møguleika hjá Liverpool at vinna fremsta plássið sunnudagin, tá ið Tottenham fer at vitja á Anfield Road. Chelsea hevur 69 stig, Liverpool hevur 68 stig, Manchester City hevur 67 stig, og Arsenal hevur 64 stig.

Chelsea og Arsenal hava spælt 32 dystir, Liverpool hevur spælt 31 dystir, og Manchester City hevur spælt 30 dystir.

Harvið er Manchester City framvegis favorittur at vinna meistaraheitið, men Liverpool hevur við sigri sunnudagin møguleika at leggja uppaftur størri trýst á kappingarneytan.

 

Tað hevur seinastu vikurnar verið soltið hjá Arsenal, sum nú stríðist fyri at varðveita fjórða plássið og harvið rættin at luttaka í europeisku meistarakappingini næsta kappingarár. Størsti avbjóðarin í tí sambandi er Everton, sum hevur 57 stig fyri 30 dystir. Sunnudagin eigur Everton útivøll ímóti botnliðnum Fulham.

 

Tottenham hevur 56 stig fyri 31 dystir. Manchester United er á sjeynda plássi við 54 stigum fyri 32 dystir. Leygardagin var tað uppreisn fyri David Moyes og hansara menn, at tað við væl upplagda Wayne Rooney sum tvífaldum málskjútta eydnaðist at vinna 4-1 á heimavølli ímóti Aston Villa.

 

Leygardagin

Manchester United-Aston Villa 4-1

Southampton-Newcastle 4-0

WBA-Cardiff 3-3

Swansea-Norwich 3-0

Stoke-Hull 1-0

Crystal Palace-Chelsea 1-0

Arsenal-Manchester City 1-1

 

Sunnudagin

Fulham-Everton kl. 13.30

Liverpool-Tottenham kl. 16.00

 

Mánadagin

Sunderland-West Ham kl. 20.00