Tað er heilt gott lag í Liverpool leguni í kvøld. Jürgen Klopp og hansara menn eru á veg til hús eftir væl og virðiliga at hava avgreitt setningin á útivølli í Bournemouth.
Liverpool vann 4-0 eftir 3-0 í fyrra hálvleiki. Trivaligi sigurin ber við sær, at Liverpool aftur er á fjórða plássinum, sum er so avgerandi í hvussu so er at røkka. Fjórða plássið ber rættin at lut4taka í europeisku meistarakappingini við sær.
Størsti kappingarneytin hjá Liverpool at vinna fjórða plássið er í løtuni Arsenal. Liverpool hevur 34 stig, og Arsenal hevur 33 stig.
Fríggjakvøldið 22. desember hittast Arsenal og Liverpool í London.










