Kappingarárið í Onglandi byrjaði sunnudagin við sonevnda Community Shield. Hetta er dysturin millum meistarar og steypavinnarar, og hesa ferð eydnaðist Liverpool at basa Chelsea. John Arne Riise legði Liverpool á odda tíðliga í dystinum. Nýggi áleyparin hjá Chelsea, Andriy Shevchenko, javnaði eftir steðgin, og fleiri ferðir var hann eisini nær við at leggja meistararnar framum. Men Liverpool fekk tó seinasta orðið, tá Peter Crouch kundi beina innlegg frá Craig Bellamy í netið til endaligu støðuna, 2-1.