Hóast Oldham leyp hvøkk á Liverpool við at leggja seg á odda við góðum máli, so vann Liverpool samanlagt ein tryggan sigur. Fyri Liverpool kom væl við at liðskiparin, Steven Gerrard, spældi allan dystin eftir drúgva fráveru seinasta ár vegna skaða.
Fyrstu 28 minuttirnar var Oldham omaná á og møguleikin tóktist verða fyri einum FA Cup hvøkki á Anfield. Tá so Robbie Simpson við frálíkum langskoti legði gestirnar á odda mundu flestu Liverpool viðhaldsfólkini hugsa sítt.
Tað gekk tó bara ein minuttur, so javnaði Liverpool. Jonjo Shelvey royndi seg við skoti, sum fór í búkin á Craig Bellamy og snýtti málverjan. Beint fyri hálvleik fekk Liverpool brotsspark, tá dómarin metti at Maxi varð koyrdur umkoll. Tað kom væl við, at Steven Gerrard aftur er tøkur og spældi frá byrjan. Hann átók sær ábyrgdina og skoraði umvegis tvørstongina. Luis Suarez, Dirk Kuyt, Andy Carroll og Charlie Adam hava allir brent brotsspark hetta kappingarárið fyri Liverpool.
Í seinna hálvleiki setti Liverpool seg á dystin og serliga Craig Bellamy varð eyðsýndur á høgra vongi. Hann legði eisini upp til 3-1 málið, sum Jonjo Shelvey skoraði. Hetta er fyrsta málið hjá honum fyri Liverpool.
Stutt fyri tíð kom Andy Carroll á vøllin og við fyrsta sparkinum økti hann til 4-1. Í evstu sló Stewart Downing sigurin fastan við málið til 5-1. Hetta er fyrsta málið hjá honum síðani hann skifti til Liverpool í summar.
Liverpool er við sigrinum komin víðari til fjórða umfar í FA Cup.
FA Cup 3. umfar:
Leygardagin
Barnsley v Swansea
Birmingham v Wolves
Brighton v Wrexham
Bristol Rovers v Aston Villa
Coventry v Southampton
Crawley Town v Bristol City
Dag and Red v Millwall
Derby v Crystal Palace
Doncaster v Notts County
Everton v Tamworth
Fleetwood v Blackpool
Fulham v Charlton
Gillingham v Stoke
Hull v Ipswich
Macclesfield v Bolton
Middlesbrough v Shrewsbury
MK Dons v QPR
Newcastle v Blackburn
Norwich v Burnley
Nott'm Forest v Leicester
Reading v Stevenage
Sheffield Utd v Salisbury
Swindon v Wigan
Tottenham v Cheltenham
Watford v Bradford
West Brom v Cardiff
Sunnudagin:
Chelsea v Portsmouth
Man City v Man Utd
Peterborough v Sunderland
Sheffield Wed v West Ham
Mánadagin:
Arsenal v Leeds