Dirk Kuyt tryggjaði stutt fyri tíð Liverpool víðari luttøku í Europa League. Liverpool hevði í kvøld vitjan av Sparta Prag í 1/16 finaluni í Europa League. Fyrri dysturin millum liðini endaði við málleysum javnleiki í Tjekkia.
Dysturin í kvøld var væl meiri undirhaldandi enn fyrri dysturin. Bæði liðini høvdu møguleikar at skora, men sum oftast var tað orsaka av verjuvillum, at liðini komu fram til møguleikar. Fýra minuttir fyri tíð kom einasta málið í uppgerðini. Dirk Kuyt stútaði horna í mál.
Rangers megnaði eisini at koma víðari í evstu løtu. Teir vóru á vitjan hjá Sporting úr Portugal. Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Sporting var á odda 2-1 til tveir minuttir inn í yvirtíðina, tá Maurice Edu javnaði fyri Rangers. Tað merkir, at Rangers koma víðari tí teir hava skorað fleiri mál á útivølli.
Fleiri dystir eru í kvøld. Millum annað tekur Manchester City móti Aris Salonika.