Í kvøld verða átta dystir í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Talan er um dystir í bólki A, B, C og D. Liverpool er aftur í Champions League og skulu á vitjan hjá FC Basel í Sveiss.
Liverpool er framvegis uttan Daniel Sturridge, sum bleiv skaddur seinast enska landsliðið var samlað. Hetta hevur fingið øði í Brendan Rodgers og hann hevur boðað frá, at Daniel Sturridge ikki verður tøkur til komandi landsliðssamling, sum verður í komandi viku.
Les eisini: Totti elsti málskjútti í Champions League
Í bólki A er stórdystur millum Atletico Madrid og Juventus, sum eru favorittarnir í bólkinum. Atletico Madrid hevur venjaran, Diego Simoene, aftur á síðulinjuni. Hann hevur havt langt bann, men kann nú aftur standa á odda fyri liðnum, sum í fjør rakk heilt til Champions League finaluna.
Les eisini: PSG knógvaði Messi og Barcelona
Arsenal skal reisa seg, eftir at teir blivu hølvaðir av í Dortmund. Sjálvt um tað ikki er nøkur skomm at tapa fyri Borussia Dortmund, men tað var serliga hátturin Arsenal tapti, sum viðmerkjarar hava heft seg. Teir fingu at kalla einki at bjóða uppá. Tí er eitt ávist trýst á Arsenal at reisa seg á heimavølli í kvøld.
Champions League:
Bólkur A:
Atletico Madrid – Juventus (19:45)
Malmø FF – Olympiakos (19:45)
Bólkur B:
Basel – Liverpool (19:45)
Ludogorets – Real Madrid (19:45)
Bólkur C:
Zenit – Monaco (19:45)
Bayer Leverkusen – Benfica (19:45)
Bólkur D:
Anderlecht – Borussia Dortmund (19:45)
Arsenal – Galatasaray (19:45)