Liverpool: Tveir inn og tveir út

Premier League: Liverpool hevur keypt tveir miðverjar, meðan tveir spælarar eru útleigaðir

Flytingarvindeygað í Evropa lat aftur í gjárkvøldið. Virknasta liðið av teimum stóru var Liverpool, sum keypti Ben Davis úr Preston og Ozan Kabak frá Schalke 04, meðan Sepp van der Berg og Takumi Minamino eru útleigaðir til ávíkavist Preston og Southampton.

Mest óvæntaða keypið er 25 ára gamli Ben Davis, sum kemur frá Preston, ið spælir í næstbestu deildini í Onglandi. Hann hevur ongantíð spælt í Premier League, men fær góð skotsmál úr Preston. Her hevur Liverpool útleigað 19 ára gamla Sepp van der Berg til Preston.

Seinni á kvøldinum kom eisini 20 ára gamli Ozan Kabak frá Schalke 04. Hann er í fyrstu atløgu leigaður, men Liverpool rætt at keypa miðverjan fyri ein ásettan prís í summar. Liverpool hevur fyrr verið sett í samband við turkiska landsliðsspælaran.

Orsøkin til at Liverpool keypir tveir miðverjar er, at allir tríggir royndu miðverjarnir í felagnum er langtíðarskaddir. Virgil van Dijk og Joe Gomez hava knæskaðar, og í gjár kunngjørdi Liverpool at Joel Matip eisini hevur fingið álvarsligan skaða.

##med2##

Til seinast í flytingarvindeyganum fóru tíðindi at ganga um, at Southampton var í holt við at leiga Takumi Minamino. Hann hevur verið í Liverpool í eitt ár, men hevur ikki funnið fótafestið. Japanski framrættaði miðvallarin er útleigaður fyri restina av kappingarárinum.

##med3##