Liverpool úti - Kane bjargar Spurs

FA Cup: Sjónvarpsdømgin mitt í rokanum, tá Liverpool fall á Anfield móti WBA

14 av teimum 16 dystunum í fjórða umfari í FA Cup hava verið í dag. Liverpool fall óvæntað á Anfield móti West Bromwich, men fallið kundi verið ógvusligari, um ikki sjónvarpsdøming kom teimum til hjálpar. Harry Kane bjargaði Tottenham frá einum eyðmýkjandi tapi fyri liðið út fjórðbestu deildini.

 

Liverpool tapti 3-1 fyri West Bromwich á Anfield. Liverpool kom annars á odda við máli frá Roberto Firmino longu aftaná fimm minuttir, men bara minuttir eftir javnaði Jay Rodriquez. Síðani skoraði sami Jay Rodriquez, áðrenn sjónvarpsdømingin við heitinum – VAR – skuldi standa sína roynd.

 

Fyrst bleiv eitt mál hjá WBA kolldømt fyri rangstøðu, og løtu seinni fekk Liverpool tunt brotsspark, sum Roberto Firmino tó brendi. WBA misti tó ikki móti og økti til 3-1. Aftur var VAR brúkt, men hesa ferð stóð málið við. Liverpool trýti og minkaði um munin, men tað var ikki nokk.

 

Tottenham var á vitjan í Newport County, sum spælir í fjórðbestu deildini. Vertirnir vóru á odda 1-0 líka til seinastu minuttirnar, tá Harry Kane stútaði eitt hornaspark í mál. Tað merkir, at liðini skulu spæla umdyst.

 

Av øðrum kann nevnast, at Alexis Sanchez debut fyri Manchester United, sum í gjár vann 4-0 á Yeovil Town. Leicester City vísti styrki í breiddini við 5-1 sigri á Peterborough United.

 

Sheffield Wednesday 3 - 1 Reading

Yeovil Town 0 - 4 Manchester United

Peterborough United 1 - 5 Leicester City

Huddersfield Town 1 - 1 Birmingham City

Hull City 2 - 1 Nottingham Forest

Middlesbrough 0 - 1 Brighton & Hove Albion

Millwall 2 - 2 Rochdale

Milton Keynes Dons 0 - 1 Coventry City

Notts County 1 - 1 Swansea City

Sheffield United 1 - 0 Preston North End

Southampton 1 - 0 Watford

Wigan Athletic 2 - 0 West Ham United

Newport County 1 - 1 Tottenham Hotspur

Liverpool 2 - 3 West Bromwich Albion

 

Í morgin:

Chelsea - Newcastle United 13:30

Cardiff City - Manchester City 16:00