Reytt kort, tvey brotsspørk, fýrverk á vøllinum og trý mál. Tað var hvat fjórðingsfinalan í Europa League millum Benfica og Liverpool hevði at bjóða uppá. Liverpool byrjaði dystin væl og legði seg á odda longu eftir níggju minuttir. Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, sendi eitt lágt fríspark innfyri, har Daniel Agger smart sendi bóltin í mál. Tá hálvur tími var farin fekk Ryan Babel hjá Liverpool reytt kort.
Í seinna hálvleiki megnaði Liverpool ikki at standa ímóti trýstinum frá heimaliðnum. Fyrst gjørdi Emiliano Insua brotsspark, ið Oscar Cardozo umsettið til mál. Góðar tíggju minuttir fyri tíð kom eitt innlegg í hondina á Liverpool verjuspælarinum Jamie Carragher. Dómarin dømdi brotsspark, ið Cardozo enn eina ferð skoraði trygt uppá.
Dómarin stegðaði tvær ferðir dystinum, tí áskoðararnir hjá heimaliðnum kastaðu fýrverk á vøllin.
Fulham hevði vitjan av týska Vfl Wolfsburg. Fulham sendi heldur óvantað Juventus út úr kappingini seinast. Bobby Zamora legði Fulham á odda við góðum skoti. Løtu seinni legði hann bóltin fyri føturnar á Damien Duff, ið skoraði til 2-0. Í evstu løtu minkaði Alexander Madlung um munin til endaliga úrslitið 2-1 til Fulham.
Europa League:
Benfica ? Liverpool(0-1)2-1
Fulham ? Vlf Wolfsburg(0-0) 2-1
Hamburg SV ? Standard Liege(2-1)2-1
Valencia ? Atlético Madrid(0-0)2-2










