Fyrra hálva av fyrsta umfar í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Stóra søgan er, at Liverpool tapti í Napoli. Liverpool, sum vann kappingina í farna kappingarári, hevur annars vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum.
Í bólki F slapp FC Barcelona við skrekkinum í Dortmund. Heimaliðið hevði fleiri møguleikar. Tann størsta fekk Marco Reus upp á brotsspark, men málverjin bjargaði. Tað broytti einki, at Lionel Messi kom á vøllin fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Inter Milan spældi óvæntað javnleik 1-1 móti Slavia Prag í Milano.
Bólkur E:
Napoli – Liverpool 0-2
RB Salzburg – Genk 6-2
Bólkur F:
Inter Milan – Slavia Prag 1-1
Dortmund – FC Barcelona 0-0
Bólkur G:
Lyon – Zenit 1-1
Benfica – RB Leipzig 1-2
Bólkur H:
Ajax – Lille 3-0
Chelsea – Valencia 0-1