Heldur óvæntað mátti Liverpool taka til takkar við 3-1 tapi, tá teir í gjárkvøldið spældu á heimavølli móti Aston Villa. Eftir góðum hálvum tíma gjørdi Lucas sjálvmál, og tá Curtis Davies økti stutt undan steðginum, stóð púrasta greitt, at Liverpool fór at fáa stórar trupulleikar móti væl skipaðu mótstøðuni. Liverpool royndi at trýsta, og Fernando Torres kveikti eina lítla vón, tá hann skoraði til 1-2, men bara tríggjar minuttir seinni var bólturin aftur í netinum aftan fyri Pepe Reyna. Hesa ferð eftir brotsspark, sum Ashley Young setti í netið. Talan var samstundis um fyri tapið hjá Liverpool á Anfield í 31 dystir. Seinasta tapið kom í desember 2007, tá Manchester United fór avstað við trimum stigum.