Liverpool tapti aftur

Flestu liðini í Premier League hava í dag verið í dysti. Liverpool tapti fyri løtu síðani 2-0 ímóti Stoke á Britannia Stadium. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men Stoke vildi í fleiri støðum hava brotsspark. Viðmerkjarar hjá ESPN vóru ikki í iva um at Stoke átti nøkur brotsspørk og fyrrverandi Liverpool leikararin, John Barnes, váttaði eisini í studioinum, at Stoke skuldi havt minst eitt brotsspark.

 

Í seinna hálvleiki kom Stoke á odda eftir eitt langt innkast frá Rory Delap. Eftir trunkaspæl í brotssteiginum fekk Ricardo Fuller fótin á og skoraði. Liverpool royndi at senda fólk fram ímóti endanum og tað endaði við at Kenwyne Jones skoraði upp á eitt mótálop í evstu løtu. Løtu seinni fekk Lucas Leiva sítt seinna gula kort og var tí útvístur.

 

Liðið hjá Gunnari Nielsen, Manchester City, spældi 0-0 á heimavølli ímóti Birmingham. Teir hava nú ikki skorað á heimavølli í trimum dystum. Mancini hevur verið fyri atfinningum frá sínum egnu viðhaldsfólkum, tí tey meta, at hann spælir ov verjukent.

 

Tottenham vann 4-2 á Blackburn við millum annað tveimum málum frá Gareth Bale, sum hevur verið í stórformi í ár.

 

Liverpool er nú á einum 11. plássi aftanfyri Stoke City. Manchester City eru framvegis í topp 4, trý stig frammanfyri Tottenham og Bolton.

 

Permier League í dag:

 

Aston Villa ? Manchester United 2-2

Manchester City ? Birmingham 0-0

Newcastle ? Fulham 0-0

Tottenham ? Blackburn 4-2

West Ham ? Blackpool 0-0

Wigan ? WBA 1-0

Wolves ? Bolton 2-3

Stoke ? Liverpool 2-0