Fimm dystir vóru í gjárkvøldið í 22. umfari í Premier League. Í øllum fimm dystunum vann útiliðið. Manchester City staðfesti enn eina ferð, at liðið er til reiðar at stinga av, meðan kreppan í Liverpool vísti seg aftur.
Liverpool hevði vitjan av Brighton á Anfield. Undan seinasta dystinum á Anfield hevði Liverpool ikki tapa á heimavølli í 68 dystir. Tá tapti Liverpool 1-0 móti Burnley og øll róptu kreppa. Síðani vann Liverpool 3-1 á bæði Tottenham og West Ham á útivølli, men í gjár vóru krepputeknini aftur at síggja.
Liverpool hevur bóltin nógv, men uttan Sadio Mané var eingin hóttan í álopsstøðu. Tað endaði við, at Brighton vann uppiborið 1-0. Hetta er fyrsti sigurin hjá Brighton móti Liverpool síðani 1982, og fyrstu ferð síðani 1984, at Liverpool ikki hevur skorað í trimum dystum upp í slag á heimavølli.
Liverpool, sum hevur spælt ein dyst fleiri, er nú sjey stig aftanfyri oddaliðið Manchester City, sum vann 2-0 á útivølli móti Burnley. Gabriel Jesus og Raheem Sterling skoraðu málini. Sunnudagin møtast Liverpool og Manchester City.
Leicester City hevur yvirhálað Liverpool og er á triðja plássi, eftir ein 2-0 sigur á Fulham. Everton reisti seg eftir ósigurin móti Newcastle, og vann 2-1 í Leeds. West Ham heldur fram at leggja trýst á top fýra. David Moyes og hansara menn vunnu 3-1 á útivølli móti Aston Villa.
Seinasti dysturin í 22. umfari verður í kvøld, tá Tottenham fær vitjan av Chelsea.
1 | Man City | 21 | 14 | 5 | 2 | 39:13 | 47 |
2 | Man Utd | 22 | 13 | 5 | 4 | 46:27 | 44 |
3 | Leicester | 22 | 13 | 3 | 6 | 39:25 | 42 |
4 | Liverpool | 22 | 11 | 7 | 4 | 43:25 | 40 |
5 | West Ham | 22 | 11 | 5 | 6 | 34:28 | 38 |
6 | Everton | 20 | 11 | 3 | 6 | 31:25 | 36 |
7 | Tottenham | 20 | 9 | 6 | 5 | 34:21 | 33 |
8 | Chelsea | 21 | 9 | 6 | 6 | 35:23 | 33 |
9 | Aston Villa | 20 | 10 | 2 | 8 | 35:24 | 32 |
10 | Arsenal | 22 | 9 | 4 | 9 | 27:22 | 31 |
11 | Leeds | 21 | 9 | 2 | 10 | 36:38 | 29 |
12 | Southampton | 21 | 8 | 5 | 8 | 27:34 | 29 |
13 | Crystal Palace | 22 | 8 | 5 | 9 | 27:37 | 29 |
14 | Wolves | 22 | 7 | 5 | 10 | 23:31 | 26 |
15 | Brighton | 22 | 5 | 9 | 8 | 24:29 | 24 |
16 | Newcastle | 22 | 6 | 4 | 12 | 22:36 | 22 |
17 | Burnley | 21 | 6 | 4 | 11 | 13:28 | 22 |
18 | Fulham | 21 | 2 | 8 | 11 | 17:31 | 14 |
19 | WBA | 22 | 2 | 6 | 14 | 18:52 | 12 |
20 | Sheffield Utd | 22 | 3 | 2 | 17 | 14:35 | 11 |