Liverpool tørvar nýggjar leikarar

Tað sigur fyrrverandi Liverpool framherjin í samrøðu við Sosialin. Hann er spentur upp á nýggju eigararnar, men metir ikki at nýggjur leikvøllur er eins átroðkandi og nýggir leikarar. Og so kunnu Liverpool viðhaldsfólk fegnast um, at tað verður ikki verri enn tað er í løtuni sambært honum.

David Fairclough royndi í síni tíð sum virkin Liverpool leikari, at vinna enska meistaraheitið, Champions League, Uefa Cup og FA cup. Í dag langt millum steypiniog vit hava spurt David Fairclough hvat hann væntar sær av nýgju eigarunum.

Tað fyrsta nýggju eigararnir skulu gera, er at vísa at teir eru áhugaðir í at styrkja hópin og betra um núverandi støðuna. Felagið er ikki í eini góðari støðu, men broyttu eigaraviðurskiftini koma at hava ein positiva ávirkan á liðið, sum stríðist við sjálvsálit í løtuni. Vit hava brúk fyri nýggjum leikarum helst longu í januar flytingareyganum, sigur David Fairclough, tá vit spyrja hann um nýggju eigaraviðurskiftini.

Liverpool hevur ikki vunnið enska meistaraheitið í yvir 20 ár og fleiri viðmerkjarar og fótbóltsserfrøðingar hava givið væntandi áskoðarplássunum á Anfield ein part av skyldini. Anfield hevur góð 45.400 siti pláss, meðan eitt nú Manchester United hevur pláss fyri 76.000 áskoðarum. Tað gevur Manchester United eitt væl betri fíggjarligt grundarlag.

Eg haldi ikki ein nýggjur leikvøllur er tað týdningarmiklasta. Vit hava eitt nóg stórt inntøkugrundarlag til at flyta felagið frameftir í løtuni. Trupulleikin undir fyrrverandi eigarunum var, at alt yvirskotið fór til at gjalda rentur. Tað er eisini ivasamt, um vit høvdu klára at fylt ein nýggjan leikvøll við pláss fyri 60 – 65.000 áskoðarum. Fyrst og fremst skal hópurin styrkjast og um tað byrjar at ganga felagnum væl, og fólk tíma at hyggja eftir Liverpool aftur, so hava vit brúk fyri einum nýggjum leikvølli, sigur David Fairclough.

Í dystinum ímóti Stoke leygarkvøldið byrjaðu nøkur Liverpool viðhaldsfólk at syngja “Dalglish, Dalglish”. Fleiri viðhaldsfólk hava givið sína meining til kennar at tey eru ikki nøgt við arbeiði hjá nýggja venjarunum, Roy Hodgson.

Eg meti at hann er betri enn úrslitini vísa í løtuni, og tað hava verið nógvir trupulleikar við at fáa allar leikararnar klárar eftir HM endaspælið. Umframt tað, so hava tað eisini verið nógvir landsdystir, so Roy Hodgson hevur ikki fingið stundir til at arbeiða við sínum hugskotum. Hinvegin, so eru tað ongin umbering fyri at liggja undir niðurflytingarstrikuni, sigur David Fairclough, greiður á málinum.


David Fairclough, sum var í Føroyum síðsta summar við Liverpool Legends, spældi 154 dystir fyri Liverpool og skoraði 54 mál. Hann spældi í tíðarskeiðinum 1974 til 1983 og tá vann Liverpool enska meistaraheitið seks ferðir og tríggjar ferðir vunnu teir Europa Cup, sum í dag eitur Champions League. Men hvussu er tað so fyri eina lokala Liverpool legendu, at síggja Liverpool stríðast móti niðurflyting?

Tað er altíð hart at tapa, men tað er eyka hart at tapa ímóti tínum grannum og samstundis enda undir niðurflytingarstrikuni. Í eini grannauppgerð vilja viðhaldsfólkini síggja leikarar stríðast og berjast fyri sakini, tað sóu vit ikki Liverpool gera og tað er hart at viðurkenna. Tað er pínufult, at síggja Liverpool í núverandi støðu, sigur David Fairclough tungur á málinum.

Hvar heldur so David Fairclough at Liverpool er á veg. Er botnurin náddur ella kann tað enda so rívandi gali, at Liverpool kann flyta niður?

Eg rokni við, at vit hava sæð tað ringasta av Liverpool nú. Sjálvur vænti eg ikki, at Liverpool fer at kempa um niðurflyting, men stigatalvan lýgur ikki. Liðið stríðist við at innrætta seg eftir nýggja venjarunum, umframt at sjálválitið er lágt í løtuni. Fólk í Liverpool eru bjartskygd av natúr og tað eri eg eisini. Eg trúgvi at framtíðin hjá Liverpool er bjørt, sigur David Fairclough at enda.

Sosialurin hitti David Fairclough á Goodison Park til dystin móti Everton stutt eftir, at Liverpool hevði fingið nýggjarar eigarar. Liverpool tapti 2-0 og lá næstniðast á stigatalvuni. Tað er vánaligasta avrik í eina hálva øld.

Liverpool liggur í dag á einum 11. plássi, trý stig frá niðurflytingarstrikuni og 12 stig frá fyrsta plássinum. Liðið hevur eftir 13 dystir eina negativa málskoru upp á minus 4. Í vikuskiftinum taptu teir 2-0 ímóti Stoke.Trýsti á venjaran, Roy Hodgeson, veksur fyri hvønn dyst Liverpool ikki vinnur.

trondur@sosialurin.fo

………………………………..

David Fairclough:

Føddur: 5. januar 1957 (53ár)
Føðistaður: Liverpool
Feløg:
Liverpool: 1974-83, 154 dystir – 55 mál
Luzern: 1983-84, 20 dystir – 5 mál
Norwich: 1985, 2 dystir, 0 mál
Oldham: 1985-86, 17 dystir, 1 mál
Beveren: 1986-89, 70 dystir – 14 mál
Tranmere Rovers: 1989-90, 14 dystir – 1 mál
Wigan: 1990-91, 7 dystir – 1 mál

David Fairclough er framvegis virkin í Liverpool, har hann arbeiðir sum viðmerkjari á sjónvarpsrásini hjá Liverpool, LFCTV. Umframt tað, so er hann eisini virkin í Liverpool Legends, sum eitt nú vitjaðu í Føroyum síðsta summar.

Hann er eisini kendur undir heitinum, “Super Sub”. Eitt heitið, ið norski Manchester United framherjin, Ole Gunnar Solskjær, seinni yvirtók. Tí verður hann av Liverpool viðhaldsfólkium róptur “The Original Super Sub”.