Liverpool tørvar £100 milliónir

Skuldin hjá Liverpool er í dag á leið £237 milliónir, og hendan skal endurfíggjast í summar, tá verandi lániavtala gongur út.

Lánimarknaðurin er tó ikki eins fúsur at læna pening út longur, og tí verður mett, at skuldin hjá felagnum skal minkast við á leið £100 millíónum.

 

Christian Purslow, stjóri í felagnum, sigur, at samband hevur verið á leið 25-30 møguligar íleggjarar, men at tað av hesum bert eru einari 5-6, sum kunnu metast at vera seriøsir.

 

Ætlandi skulu hesir seta kravdu pengarnar í felagið sum nýggjan partapening, og skal hesin einvíst nýtast til at niðurgjalda skuldina við, áðrenn samráðingar um endurfíggjan av restskuldini verða aktuellar.