So fekk Liverpool fyrstu heiðursmerkini um hálsin í ár. Eftir ein 2-2 javnleik ímóti tí longu niðurflutta Charlton í dag, fingu teir tryggjað sær bronsuheiðursmerkini í Premier League. Bronsumerkini vórðu eisini tryggjað við, at Arsenal eisini fekk javnleik. Hevði Arsenal vunnið á Portsmouth, høvdu teir strokið avstað við 3. plássinum. Liverpool vann uppá málúrtøkuna, sum hjá teimum er nógv betri enn tann hjá Arsenal.
Í botninum mátti Sheffield United vinka farvæl til Premier League, eftir at teir taptu 2-1 ímóti Wigan. Teir gerast tískil triðja og seinasta lið, sum flytur niður, eftir at Watford og Charlton longu áðrenn dagsins og seinasta umfar vóru uttan møguleika at yvirliva í Premier League.