Liverpool stjól eitt stig

Í 75 minuttir var Chelsea greitt betra liðið, og skuldi helst havt skorað fleiri mál, men eitt korter fyri tíð javnaði Luis Suarez fyri Liverpool, sum omaná tað heila mundi vunnið dystin.

 

Liverpool hevði í dag valt at stilla upp við trimum miðverjum, og tað komu teir ikki væl frá. Chelsea sat á dystinum, og kom á odda við stútari frá John Terry eftir hornaspark.

 

Liverpool vísti lítið fram eftir vøllinum, og millum annað Fernando Torres og Juan Mata høvdu góðar møguleikar at økja um leiðsluna.

 

Eitt korter fyri fekk Liverpool hornaspark. Jamie Carragher stútaði bóltin víðari til Luis Suarez, sum beindi bóltin í málið til 1-1. Eftir hetta kom Liverpool nógv betri við, og Luis Suarez og Jose Enrique høvdu enntá møguleikar at vinna dystin fyri Liverpool, sum endaði 1-1.

Premier League:

Chelsea – Liverpool 1-1

Manchester City – Tottenham 2-1

Newcastle – West Ham 0-1