Í kvøld verða tvær av seinnu 1/8 finalunum í Champions League. Liverpool og Paris Saint Germain hava ávikavist eina 2-0 og ein 4-1 leiðslu frá fyrru 1/8 finalunum á útivølli. Tí skulu RB Leipzig og Barcelona vinna við fleiri málum, sum tey skulu víðari.
Liverpool (2)-(0) RB Leipzig (20.00)
Heimaliðið hevur tapt seks teir seinastu dystirnar á Anfield, so tað er helst ein kærkomin avbjóðing, at dysturin verður spældur í Ungarn í Budapest, orsaka av koronufarsóttini. Tað bleiv fyrri dysturin eisini.
Liverpool er í kreppu í Premier League, men Jurgen Klopp, venjari, vónar at tað ikki stendur við í Champions League. Liverpool verður møguliga uttan Roberto Firmino, men til seinasta dyst vóru spælarar sum Naby Keita og Diogo Jota við frá byrjan. Ozan Kabak er ivasamur.
Skaðalistin hjá Liverpool rakar hart í verjupartinum, har liðið er uttan Virgil Van Dijk, Joe Gomez, Joel Matip og avloysaranum í miðverjuni, Jordan Henderson. Gestirnir klára seg væl í heimligu kappingini, men tvey mistøk gera, at RB Leipzig skal skora minst tvær ferðir í kvøld, um liðið skal hava nakran kjans at koma víðari.
PSG (4)-(1) FC Barcelona (20.00)
Ein tann kendasta uppgerðin millum hesi bæði liðini var í 2016, tá Paris Saint Germain vann 4-0 á heimavølli, men endaði við at tapa 6-1 á Camp Nou. Hesa ferð hava gestirnir úr Katalonia ikki somu megi, og tí er meiri óhugsandi at tað hendir eina ferð afturat.
Heimaliðið verður uttan Neymar til dystin í kvøld. Stóra stjørnan, sum kom til PSG frá júst FC Barcelona, er skaddur. Tað er málskjútti til 4-1, Moise Kean, eisini. Gestirnir hava víst tekin um eina endurreisn í hesum kappingarárinum, men so skal alt spæla væl av í kvøld.
Lionel Messi er stóra stjørnan á liðnum, men tað eru nokk spælarar sum Antoine Griezmann og Ousemané Dembéle, ið mugu hjálpa væl til, um FC Barcelona skal skjóta minst fýra mál.
Í gjár:
Borussia Dortmund (3) – (2) Sevilla 2-2
1-0 Erling B. Håland, 35
2-0 Erling B. Håland, 54 br
2-1 Youssef En-Nesyri, 69 br
2-2 Youssef En-Nesyri, 90+6
Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-4
Juventus (1) – (2) FC Porto 3-2 eftir longdaleiktíð
0-1 Sergio Oliveira, 19
1-1 Federico Chiesa, 49
2-1 Federico Chiesa, 63
2-2 Sergio Oliveira, 117
3-2 Adrien Rabiot, 119
FC Porto vinnur samanlagt 4-4 við regluni um fleiri útivallarmál